Hanus Sørensen til høgru á myndini saman við Lukas G. Giessing. Lukas hevur føroyskan pápa, og hann og Hanus hava leikt saman á U17-landsliðnum og vant saman í FCM. Lukas flytur nú upp á U19 liðið hjá FCM. (Mynd:www.fcm.dk)

Hanus Sørensen: Hart arbeiði er vegurin fram


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

16.07.2017 - 16:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

16-ára gamli Hanus Sørensen fór í februar úr HB til FC Midtjyllandi. Eftir at evnaríki havnarmaðurin hevði verið og royndarvant í Danmark, vildi felagið knýta hann til sína ungdómsdeild. FCM er kent fyri sítt góða ungdómsarbeiði. Sonni Ragnar Nattestad hevur verið ígjøgnum har, og seinastu árini hevur Jákup Thomsen eisini verið í FC Midtjylland. Nú hevur Hanus møguleikan at gera seg galdandi har. Hann hevur verið fastur partur av U17-landsliðnum, ið spældi seg til EM endaspælið í mai. Kviki vongspælarin hevur eisini havt nakrar mánaðir, sum hava verið merktur av EM, skúla í Føroyum og tilvenjing:

-Hóast tað hevur verið gott, so hevur tað eisini verið hart. Eg fór mitt í árinum, so eg skuldi gera 9.flokk lidnan i Føroyum. Eg havi til dømis ferðast heim til roynd, so niður aftur at venja, og so heim aftur til eina aðra roynd. Mítt spælaraloyvi kundi heldur ikki flytast til FCM, so eg havi bara vant og spælt vinardystir. Eg havi eisini verið nógv burtur við landsliðnum. Hetta hálva ári havi eg mest brúkt til at koma at kenna fólk og mennast so nógv fótbóltsliga sum gjørligt, so eg eri til reiðar til aftaná summarsteðgin.

Hanus hevur nakrar serligar dygdir, sum hann hevur víst fram í ungdómsdeildunum fyri HB og eisini fyri landsliðið. Hann veit, at hann noyðist at vera 100 % á allatíðina í FC Midjylland, og hann er glaður fyri tann seriøsitetin sum er har:

- Støðið eg nógv hægri í Danmark. Tað merkir man serliga, tí at tað allatíð er kapping um plassini. Í Føroyum kunnu bestu leikararnir onkutíð spæla fast uttan at verða serliga seriøsir, men í Danmark verður ein allatíðina noyddur at venja og spæla væl og geva seg fult út. Venjararnir seta eisini nógv krøv til leikararnar, og tað ger, at allir geva seg 100% til allar venjingar. Harvið mennast allir og kvaliteturin hækkast. Venjingarnar í FCM eru eisini meira skipaðar enn í Føroyum. Tað er meira tíð og fokus sett av til at betra um ymisku tingini, tað eru fleiri venjarar, og ein fær allatíð feedback. Venjingarvikan sjálv er eisini væl skipað. Tað verður allatíð syrgt fyri, at vit eru væl fyri.

Hanus Sørensen hevur nú verið heima í summarfrí, men fer í dag niður aftur, og skjótt fer uppstarturin í gongd aftur í Ikast. Hanus hevur sett sær greið mál fyri, hvat hann vil í Midtjylland og við fótbólti generelt

- Mitt fyrsta mál er at spæla fast fyri U-17 liðið, og at fáa møguleikan at leingja sáttmálan komandi summar. Mitt langtíðarmal við fótbóltinum er at spæla á høgum støði uttanlanda og at liva av at spæla fótbolt. Eg veit, at hetta verður hart. Fyri at røkka hesum málinum so má eg venja nógv og venja rætt. Eg skal sova og eta rætt, og eisini klára at takla mótgongd rætt, tá mótgongd kemur. Eg veit, at hart arbeiði er vegurin fram. Tað er ein spennandi tíð fyri framman, har eg kann mennast nógv sum fótboltsleikari og eisini sum personur.