Frankie Jensen, høvuðsvenjari og Hanus Thorleifsson (Mynd: Giza Hoyvík)

Hanus Thorleifsson til Giza Hoyvík

Niels Petersen

14.02.2017 - 20:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Á facebokk vanga sínum kunnger Giza Hoyvík, at felagið í kvøld hevur undirskrivað sáttmála við Hanus Thorleifsson.

- So er greitt, at Hanus Thorleifsson verður partur av Giza Hoyvík í komandi kappingarár, skrivar felagið millum annað.

Hanus hevur drúgvar royndir í føroyskum topp fótbólti, og hann kemur uttan iva at styrkja munandi um hópin hjá Giza Hoyvík.

Herfyri varð eisini greitt, at Evrard Blé eisini verður partur av hópinum hjá skjótt vaksandi felagnum í høvuðsstaðnum.

Hanus Thorleifsson byrjaði at spæla fótbólt við Skála, og síðani hevur hann einamest umboðað B36. Stutt tíðarskeið hevur hann tó eisini umboðað HB og ÍF.