Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri (Mynd: Kaj Joensen)

Happy go Løkke-25: Ein herdur útlendingapolitikkur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

30.08.2016 - 12:20

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Danska stjórnin, við Lars Løkke Rasmussen (V) á odda, hevur í morgun kunngjørt 2025-heildarætlanina, sum so mong hava bíðað eftir.

Hendan ætlanin inniheldur millum annað skattalættar, ein hægri pensjónsaldur umframt, og ikki minst, ein herdan útlendingapolitikk.

Hvat ið viðvíkur skattalættum ætlar stjórnin at seta í verk ein skattalætta, sum skal koma í formi av einum nýggjum arbeiðsfrádrátti til fólk í arbeiði. Hesin skal serliga koma lág- og meðalinntøkum til góðar. Harumframt skal toppskatturin setast niður við 1,5 milliardir krónur fyri inntøkur, sum eru minni enn eina millión krónur um árið. Stjórnin skjýtur eisini upp, at fólk, ið hava eina inntøku uppá meira enn 300.000, skulu fáa ein eyka arbeiðsfrádrátt, um tey spara upp til teirra aldurdóm.

Eisini pensjón- og eftirlønarsaldurin skal hækkast, hetta við seks mánaðum, frá ávikavist 67 til 67,5 ár og frá 63 til 63,5 ár. Broytingin fyri pensjónsaldurin kemur í gildi tann 1. januar 2025, meðan tann fyri eftirlønaraldurin kemur í gildi tann 1. januar 2021.

Ein herdur útlendingapolitikkur skal eisini setast í verk. Harímillum skjýtur stjórnin upp at seta í verk eina sokallaða neyðbremsu, so at fólk, sum søkja um friðskjól, kunnu avvísast við danska markið. Haraftrat er ætlanin, at danska samfelagið ikki skal taka ímóti fleiri kvotaflóttafólkum í 2016.

Les alla heildarætlanina her: Helhedsplan – for et stærkere Danmark

Áhugavert er í aðrar mátar, at SU skipanin, sambært heildarætlanini, verður broytt, frá 2019 at rokna.Tá ætlar stjórnin nevniliga, at helvtin at SU skal rindast umvegis núverandi skipan, meðan hin helvtin skal rindast umvegis eitt rentufrítt lestrarlán.

Tey, sum eftir loknan lestur velja at verða verandi í Danmark og fáa sær eitt arbeiði har, fáa lagaligari frádráttar treytir uppá afturrindanina av láninum.

Danska stjórnin sigur hesum viðvíkjandi, at endamálið er at verja SU skipanina, ið er undir stórum trýsti.

Sambært donsku stjórnini er endamálið við 2025-heildarætlanini at tryggja danska vælferðarsamfelagið og kjarnuvirði tess.