Harðari revsing og størri bót til yvirgangsfelagskapir!

Marin Eidesgaard

28.09.2014 - 22:02

Tíðindi >

Tað er nú vorðið sjón fyri søgn, at skræðugákar úr felagskapinum Sea Shepherd einans hava í kvittanum at skaða Føroyar. Okkara mentanararv, okkara demokratiska rætt til tilfeingið og ríkidømi ùr havinum, og reint og slætt eru ímóti at Føroyingar eru Føroyingar, heldur Heini í Havn Magnussen, grindamaður.

- Vit hava øll sæð seinastu tíðina hvussu óhøvisk, og óhølvað hesu fólk hava verið í okkara landi, og hetta kann ikki halda framm. Við lygnum omaná lygnum, og eini langari slóð av lógarbrotum, kunnu tey erpa sær av at hava verið í Føroyum og stríðst ímóti føroyskari mentan, og hava fingið trýst ”vísdóm” niður í hatta neyðars ”óvitandi” fòlkaslagið í Føroyum, sigur Heini.

- Vit síggja eisini, at hvalirnir ikki eru tað einasta sum tey stríðast fyri. Nú hava tey gud hjàlpi mær eisini lagt seg út eftir at fàa okkum at gevast vid havhestaveiðuni! Vónandi eri eg ikki tann einasti her á landi, ið heldur, at NÙ KANN VERA NÓG MIKIÐ! 

Sí alt lesarabrævið á lesarin.fo her