Í minsta lagi 31 fólk lótu lív í sjálvmorðsatsóknunum í farnu viku. Mynd: EPA

Harðir samanbrestir í Damaskus


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Steinar Patursson

19.03.2017 - 18:10

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Harðir samanbrestir hava verið millum sýriskar stjórnardeildir og uppreistrarfólk í Damaskus seinastu dagarnar.

Bæði rakettir og artillerígranatir lendu sambært BBC í miðbýnum, og stjórnarherurin svaraði aftur við loftálopum á uppreistrarfólk.

Eisini brustu tvær bilbumbur í Jobar býarpartinum, áðrenn uppreistrarfólk framdu stórálop og stjórnardeildirnar har.

Sambært sýriskum stjórnarmiðlum vórðu loyniligir tunlar nýttir til álopið á Jobar.

Jobar býarparturin, ið liggur upp at miðbýnum, er býttur upp millum stjórnardeildir og uppreistrardeildir, og stríðst hevur verið um sorlaða økið í tvey ár.

Hetta er aðru ferð innan eina viku, at ógvisligt stríð hevur verið í Damaskus. Mikudagin vóru brustu tvær sjálvmorðsbumbur í Damaskus, ið kravdu minst 31 mannalív.

Atsóknirnar komu, nú seks ár eru liðin, síðan uppreisturin í Sýrialandi byrjaði.