Son Heung-Min og Harry Kane (t.h.) (Mynd: EPA)

Harry Kane søkti Leicester

Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 07:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nógv bendir á, at tað verður Harry Kane hjá Tottenham, sum endar ovast á toppskoraralistanum í Premier League í ár. Í gjárkvøldið knústi Tottenham meistararnar frá í fjør, Leicester, við 6-1, og Kane skjeyt ikki færri enn fýra av málunum.

Hóast Tottenham longu hevði tryggjað sær annað plássið í kappingini eftir meistararnar úr Chelsea, fekk tað ikki liðið at slaka av í dystinum í gjárkvøldið.

Støðan í hálvleikinum var 2-0 eftir máli av Harry Kane og Son Heung-Min. Eftir av Ben Chilwell hevði minkað um støðuna, skutu teir báðir enn hvør sítt mál til støðuna 4-1, og í teimum seinastu minuttunum, eyðmýkti Harry Kane verandi meistarnar og danska landsliðsmálverjan, Kasper Schmeichel, við at skora tvær ferðir afturat, nærmast eftir vild.

6-1 var eisini størsti sigur hjá einum útiliði í kappingini hesaferð.

Sostatt fór Harry Kane tvey mál fram um Lukalu hjá Everton á toppskoraralistanum


Fleiri dystir hava verið í Premier League í vikuni, so nú hava øll liðini spælt 37 dystir, og vanta sostatt bert seinasta umfarið, sum verður spælt sunnudagin.

Tað mesta er avgjørt frammanundan. Chelsea verður meistari framman fyri Tottenham, og Hull, Middlesbrough og Sunderland flyta niður.

Einasta, sum spenningur er um, er plássini 3, 4 og 5. Triðja plássið gevur beinleiðis atgongd til bólkaspælið í Champions League, fjórða plássið gevur atgongd til undankappingina til Champions League, meðan liðið, sum endar nummar fimm skal spæla í Evropa League saman við Manchester United (um teir ikki vinna hesa kappingina og sleppa í Champions League) og Everton.

Støðan í toppinum er tann, at Chelsea hevur 90, stig, Tottenham 83, Manchester City 75, Liverpool 73, Arsenal 72, Manchester United 66 og Everton 61.

Chelsea spælir úti móti Sunderland, Tottenham úti móti Hull, Manchester City úti móti Watford, Liverpool heima móti Liverpool og Arsenal heima móti Everton.