Palace Theatre í London (Mynd: EPA)

Harry Potter leikur vann 6 Tony-heiðurslønir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

11.06.2018 - 23:28

Mentan > List > Leiklist

Í gjár var árliga teaturpríshandanin Tony Awards hildin í New York.

Vertir í ár vóru Josh Groban og Sara Bareilles, ið bæði eru kend innan tónleikaheimin.

Nógvar minnisverdar løtur vóru hetta kvøldið, m.a. var ein geit úr leikinum "Once on This Island" við á reyða leyparinum saman við leikstjóranum Ken Davenport.

Leikarin Andrew Garfield, ið tey flestu kenna frá "The Amazing Spiderman", vann Tony-heiðurslønina fyri besta mannligi leikara fyri sín leiklut í leikinum "Angels in America".

Í sínari takkarrøðu, nevndi hann bakararnar, ið hava verið nógv umrøddir í miðlunum, tí teir noktaðu at baka eina brúðarkaku til eitt samkynt par.

"Vit eru øll heilag, og vit hoyra øll til her. So latið okkum bara baka eina kaku til øll, ið vilja hava kaku," segði hann.

Les eisini: Noktaði at baka brúdleypskaku til samkynt par - gjørdi einki skeivt

Melody Herzfeld, ið undirvísir á Marjorie Stoneman Douglas miðnámsskúlanum, har 17 fólk vórðu skotin til deyðis í februar, fekk heiðursløn fyri "framúrskarandi eginleikar innan dramundirvísing", fyri at hýsa 65 næmingum í lítlu skrivstovu sínari í tveir tímar, áðrenn hjálp kom á staðið.

Eitt kór av næmingum úr skúlanum framførdu sangin "Seasons of Love" úr sangleikinum "Rent" frá 1996. Framførslan fekk nógvar áskoðarar at tára.

Les eisini: USA: 17 deyð í skotatsókn móti skúla

"Harry Potter and the Cursed Child", sum á føroyskum eitur "Harry Potter og bannsetta barnið" vann heiðurslønina fyri besta leikin og fimm aðrar heiðurslønir.

Sjónleikarin Robert De Niro tók øll av bóli, tá hann á pallinum segði: "Lat meg bara siga eitt: Fuck Trump. Tað er ikki longur "niður við Trump", tað er "fuck Trump". 

Hetta dámdu áskoðarunum væl at hoyra, og tað vístu tey við fagnaðarrópum og lógvabrestum.

Til ber at síggja ein fullan lista yvir vinnarar her.