Harry prinsur skal giftast

Ingi Samuelsen

27.11.2017 - 10:33

Mentan > Tíðindi > Kongalig

Harry prinsur, yngri sonur Charles prins og Dianu prinsessu, skal giftast til várs.

Sky News veit í dag at siga, at vinarlagið millum Harry og amerikansku sjónleikarinnuna Meghan Markle nú er uppstigað til trúlovilsi. Hetta váttar bretska kongshúsið fyri Sky News. Tey vórðu trúlovað fyrr í hesum mánaði, og skulu giftast til várs.

Nærri umstøðurnar viðvíkjandi brúdleypinum verða ikki kunngjørdar fyrr enn Harry prinsur hevur kunnað hennara hátign drotningini og hansara nærmastu familju, verður sagt í kongaligu fráboðanini í dag.

Harry og Meghan hava verið unnustur síðan 2016. Tað váttaði Harry prinsur í november í fjør.

Meghan Markle er m.a. kend, sum leikari í einum av høvuðsleiklutunum í sjónvarpssendirøðini ’Suits’, ið sæst á Netflix.

Harry og Meghan eru einans sædd einaferð alment saman. Tað var undir eini tenniskapping í Toronto í Kanada í september.