Harry: - Vit gleða okkum til nýggju ferjuna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

07.10.2013 - 13:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

SKÚVOY: - Her eru fólk óalmindiliga spent uppá ta nýggju ferjuna. Eg vænti kortini ikki, at hetta fer at hava við sær, at fólk fara at flyta út aftur higar í stórum tali, sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy. - Men eg vænti avgjørt, at tað fer at verða nógv lívligari herúti.


Harry Jensen hevur sum vera man fylgt við gongdini við at útvega heimstaði sínum nýggja og betri ferju enn hana. Nú eru umsíður líkindi fyri, at landsstýrið fer at keypa eina brúkta ferju, sum í løtuni liggur í Spania:

- Eitt er tað at vit eru spent; men manningin umborð á Sildberanum heldur eisini, at hetta skipið hevði verið vælegnað til at røkja Skúvoyarleiðina.

Henda ferjan fer nettupp at avloysa Sildberan, ið hevur røkt farleiðina síðani 1979.


Saknur – hóast alt
Við Sandoyarportalin sigur borgarstjórin í Skúvoy, at tað er onki yvir at dylja, at Sildberin siglir seint og viðhvørt eisini kann rulla nakað illa. Og hetta hevur hildið mongum aftur við at koma út hagar at vitja.

- Men tað verður øðrvísi nú við teirri nýggju ferjuni, væntar Harry Jensen, sum tó ikki sjálvur hevur nógv at finnast at viðvíkjandi Sildberanum.

- Fleiri av teimum gomlu fara eisini at sakna hann, tí hann er somikið lágur, at høgligt er bæði at sleppa í land og umborð. Hinvegin skerst ikki burtur, at tíðin er farin frá honum, eftir at hann trúliga hevur røkt Skúvoyarleiðina seinastu 34 árini, sigur borgarstjórin í Føroya minstu kommunu.

Nýggja ferjan, sum væntandi verður sett í sigling í vár, fer at brúka helvtina minni siglingstíð enn Sildberin um farleiðina umframt at kunna flyta og lyfta nógv tyngri frakt enn núverandi ferjan. Hartil kann hon taka upp til 36 ferðafólk.

- Men fyrrenn skipið er komið higar, kunnu vit ikki gleðast til fulnar.