Eero Markkanen við dystarbóltinum sum hann fekk eftir dystin, av tí at hann skeyt hattrick

Hattrick-hetjan hjá AIK: Sera umráðandi at skora tíðliga

Agnar Frederiksen

07.07.2017 - 12:44

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

AIK hevur havt trupuleikar við at skora mál í ár. Í Allsvenskan hevur liðið skotið 13 mál í 13 dystum. Í Føroyum hevði liðið trupult við at skapa málmøguleikar. Men í gjárkvøldið var ørvísi. Sviar skoraðu 5 mál. Øll komu í fyrra hálvleiki. Stóri og sterki finski áleyparin Eero Markkanen fekk lítið burturúr í Gundadali, men í gjár gjørdi hann hattrick. Vit fingu orðið á hann eftir dystin í gjár, og hann var sera fegin:

- Kenslan er góð nú. Tað er altíð deiligt at skora mál og serliga sum áleypari. Tað ger tað so ikki verri, tá man fær trý mál. 

Markkanen gjørdi trý verulig áleypara mál í gjár, har hann var umkring fimm-meturin og setti bóltin inn.
Í Føroyum var Markkanen einsamallir sum áleypari heilt frammi. Stefan Ishizaki hevði meira leiklutin sum hangandi áleypari. Í gjár hevði Ishizaki útgangspunkt longri afturi á vøllinum, meðan fysiskt sterki Denni Avdic var við liðuna hjá Markkanen. Hetta var nakað, ið eydnaðist sera væl: 

-Vit broyttu eitt sindur uppá tað til hendan dystin. Nú vóru vit tveir heilt har uppi ístaðin fyri ein. Vit fingu lagt eitt størri trýst á KÍ serliga í fyrra hálvleiki. Vit fingu spælið at koyra væl, skaptu fleiri møguleikar og skora fleiri mál. 

Eero Markkanen segði eisini, at tað var sera umráðandi, at fáa lagt trýst á KÍ beinavegin og serliga at skora beinavegin. Annars kundi tað, sambært honum, koma at líkjast fyrra dystinum, har AIK skuldi stríðast og stríðast fyri at skapa møguleikar og skora ímóti einum vælskipaðum liðið. Einum liðið sum Markkanen rósti fyri organisatiónina: 

-Hetta var eitt vælskipað lið, ið vit møttu í fyrsta umfarinum. Serliga í heimadystinum vardu teir væl, og tað var torført at bróta teir niður. So respekt herfrá til teir. 

Til endans segði Eero Markkanen, at málið er at náa til bólkaspælið í Europa League: 

-Eg vildi sagt, at fyrsta málið er at koma til bólkaspælið. Tað er tað, sum vit fara eftir. Men vit taka ein dyst í senn. Nú fokusera vit uppá næsta dyst, og so síggja vit, hvar tað tekur okkum. 

Í næsta umfari møtir AIK Zeljenicar úr Bosnia. Fyrri dysturin er komandi hósdag í Sarajevo.