Hava borað yvir tveir kilometrar

Ingi Samuelsen

16.10.2017 - 08:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Tað gongur støðugt framá við boringini av Eysturoyartunnlinum. Tunnilsfelagið boðar frá, at í farnu viku vórðu boraðir 92 metrar Hvítanesmegin og 46 metrar Strandamegin.

Sostatt vórðu 138 metrar lagdir aftuat tunnilslongdini, og tilsamans er komið 2.283 metrar niður í undirgrundina, 1.050 metrar frá munnanum í Hvítanesi og 1.233 metrar frá munnanum á Strondum. 

Á Strondum eru borivognarnar sostatt komnir væl og virðiliga inn undir Skálafjørðin, meðan tey framvegis bora ”uppi á landi” á Streymoynni.