Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Hava fiskað makrelin við nót



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

10.10.2017 - 16:39

Tíðindi >

Høgaberg, hjá Framherja í Fuglafirði, hevur gjørt sjey túrar eftir makreli síðani fyrst í september.

Tað er ikki óvanligt hesa tíðina á árinum, men tað, sum kanska er óvanligt ella øðrvísi í ár í mun til undanfarnu ár, er, at teir hava fiskað allar túrarnar við nót.

- Vit vildu royna tað í ár og vita um vit fingu betri prís, og tað eydnaðist. Vit hava fingið umleið 80 oyru meira fyri kilo fyri okkara makrel enn teir, sum hava trolað eftir honum, sigur skiparin, Høgni Hansen.

- Eg veit ikki um makrelurin hevur svomið meiri í stimum í ár enn undanfarnu ár, men tað gekk væl at fáa hann við nót. Tríggjar av túrunum kastaðu vit bara einaferð og fingu 700 og 800 tons í. Harafturat sluppu vit skjótt framat at landa, sum jú eisini er ein treyt fyri at fáa bestu góðsku og harvið besta prísin, sigur Høgni.

- Skulu vit fáa fatur í bestu keyparunum, mugu vit koma við so góðari góðsku sum gjørligt.

Hetta er spennandi og kanska fara fleiri skip at fiska makrelin við nót komandi ár, tá móttøkan á landi verður væl størri enn í ár, sigur Høgni.

Manningin var blíð við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í Runavík í gjár, áðrenn teir fóru aftur til fiskiskap.