Hava funnið beinagrindina aftur - verður tikin upp seinnapartin

Jógvan Hugo Gardar

01.09.2014 - 20:21

Tíðindi >

 Beint aftaná døgurða funnu froskmenn beinagrindina aftur, ið ein froskmaður fann út fyri Ljósá í gjár.

Í samrøðu við Kringvarpið segði Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, fyri løtu síðani at froskmennirnir skuldu hvíla eina løtu, og fáa fylt fløskurnar við ilt, áðrenn teir fara niður aftur at taka beinagrindina upp.

Tað verður gjørt nú seinnapartin.