Møguliga funnið heita keldu undir Skálafjørðinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.06.2018 - 14:58

Tíðindi >

Fyri áleið 5 vikum síðani raktu arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum við heitt vatn Tofta-megin rundkoyringina. Heita vatnið varð funnið áleið 425 metrar frá rundkoyringini ímóti Rókini.

Ein filmsupptøka, sum Jarðfeingi hevur lagt út á heimasíðu sína vísir hvussu vatnið rýkur og møguliga eisini kókar.

- Vit vita ikki so nógv um hetta enn. Vit sóu eitt filmsbrot á Facebook, sum arbeiðsmenninir høvdu lagt út. Har sæst at vatnið dampar, so vit settu okkum í samband við Eysturoyartunnilin, sigur Jana Ólavsdóttir á Jarðfeingi.

Tá tey settu seg í samband við Eysturoyartunnilin fingu tey at vita, at tey vistu ikki at hetta var av týdningi, og at tey høvdu gravað veg yvir staðið.

- Vit fara at grava upp aftur fyri at vita, um tað er ein heit kelda ella ikki, sigur Jana Ólavsdóttir.

Jana Ólavsdóttir vónar, at hetta verður staðfest, tí at tey vita at ein rivuskipan er, sum gongur úr Kollafirði og til har, sum heita vatnið varð funnið.

- Tað er gott hjá okkum at vita, um hendan rivuskipanin førir heitt vatn runt Føroyar.

Heitt vatn varð funnið í Kollafirði fyri nøkrum árum síðani, og tí er áhugavert at vita, um hetta vatnið verður ført víðari út undir Skálafjørðinum.

Jana Ólavsdóttir fortelur, at arbeiðsmenninir hava sagt, at møguliga er talan um at innspræning av betongi hevur skapt nógvan hita, sum hevur fingið vatnið at dampa og kóka, men á Jarðfeingi hava tey spurt seg fyri um hetta, og eingin kennir til, at tað skuldi verið gjørligt.

Rivuskipanin, sum møguliga leiðir heitt vatn runt Føroyar, byrjar í norðara parti av Vágoynni. Hon gongur síðani beint sunnanfyri Vestmanna, fylgir Leynavatni, og kemur úr við høllina í Kollafirði. Hon gongur síðani víðari út móti Eysturoynni inn á Strendur, og fer síðani yvir móti Toftum. Heita vatnið, sum arbeiðsmenninir í Eysturoyartunlinum funnu, er undir Skálafjørðinum, beint millum Strendur og Toftir.

Jana Ólavsdóttir sigur, at tað týdningarmikið er at fáa staðfest um heita vatnið fylgir rivuskipanini, tí at kenna vit skipanina, so kunnu vit gagnnýta tað.

- Heita vatnið, sum var funnið í Kollafirði var 27 hitastig. Men kenna vit rivuskipanina, so kunnu vit finna fram til har sum vatnið møguliga er 60 ella 70 stig og so kunnu veruliga gagnnýta hitan, sigur Jana Ólavsdóttir at enda.



beint nú