- Hava nógv betri fatan av føroysku undirgrundini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

19.06.2017 - 08:30

Oljan >

”Vit høvdu 16 ár við oljuleiting. Fyrstu loyvini vórðu latin í 2000, og tey seinastu vórðu latin inn aftur í 2016. Mest sum øll tann leitingin, vita vit nú, bygdi í stóran mun á eina skeiva uppfatan av, hvussu tann føroyska undirgrundin sær út. Hana hava vit nú eina betri fatan av,” segði stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe við útvarpið hjá KVF herfyri, nú nýggj leitiútbjóðing er latin upp fyri útlendskum oljufeløgum og nú skipað verður fyri kunnandi tiltaki fyri altjóða oljufeløg í London í hesi vikuni um útbjóðingina.

Niels Christian Nolsøe: ”Vit meina, at við teimum boringum, sum eru gjørdar og við tí arbeiði, ið er gjørt fyri at endurtulka seismikkin og hyggja eftir øllum data undir einum, so hava vit fingið eina greiðari mynd av undirgrundini og vóna vit, at tað er nokk til at fáa oljufeløgini at koma aftur til Føroya. Og tað er okkurt, sum bendir á, at tey hava áhuga fyri at koma aftur, tá tey síggja, at vit hava eina greiðari mynd av undirgrundini”.

Stjórin á Jarðfeingi leggur aftrat, at oljufeløg hava víst áhuga fyri nýggju útbjóðingini og hava eisini keypt data í hesum sambandi. Hann viðgongur, tá tað ræður um at kappast við onnur lond í sambandi við nýggjar leitiútbjóðingar, tá hava Føroyar ikki somu møguleikar sum tey.

”Tað er t.d. eingin møguleiki hjá Føroyum at lata feløgum ókeypis seismikk, tí hann kostar hundraðtals milliónir. Vit gera ikki sum Bretland, har staturin hevur goldið nógvan pening til at skjóta nýggjan seismikk og síðani letur oljufeløgunum hann ókeypis. Men vit seta allar kreftir inn vit hava, og tað er ikki heilt einki. Vit hava nú í eini tvey ár brúkt stóran part av resursunum, orkuni hjá Jarðfeingi at fyrireika hesa útbjóðingina. Vit satsa ikki nógvar pengar sum Bretland og Írland hava gjørt undan útbjóðingunum til ókeypis seismikk, men vit brúka okkara egnu resursir og fólk til at tulka alt tilfar av nýggjum, og her er nógv gott komið burturúr.”

Niels Christian Nolsøe ivast ikki í, at olja og gass finnast í føroysku undirgrundini.

”Vit hava funnið nógva olju í Marjun brunninum og nógv gass í Anne Marie brunninum. Vit hava funnið spor av kolvetni í 7 av 9 boringum. Vit vita, at tað er har niðri. Spurningurin er bara, hvar. í hvussu stórum nøgdum og hvussu konsentrerað tað er. Antin skulu vit finna eitt stórt oljufelt við fleiri hundrað mill. tunnum ella skulu vit finna fleiri smærri oljufelt, sum liggja tætt saman, soleiðis at man kann útvinna frá teimum í sama infrastrukturi í senn.”

Mikudagin verður skipað fyri kunnandi tiltaki í London fyri altjóða oljufeløgum, har tey fáa innlit í 4. útbjóðingina og nýggjastu vitanina um føroysku undirgrundina. Sum skilst er áhugi millum oljufeløg at frætta um útbjóðingina. Tey hava so umleið 8 mánaðir at gera av, um tey skulu søkja um loyvi at vera við í komandi leiting.