Mynd: Kiran Jóanesarson

Havborg kallast nú Arctic Lion


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kiran Jóanesarson

17.08.2017 - 08:43

> Tíðindi > Føroyar

Rækjutrolarin, Havborg, sum hevur havt heimstað í Føroyum seinastu árini, kallast nú Arctic Lion.

Havborg varð seld til eitt felag í Russlandi í juni mánað í ár. Skipið varð selt fyri góðar 62 milliónir krónur í okkara pengum.

Rækjutrolarin bleiv keyptur til Føroyar í januar í 2000. Skipið fekk tá navnið South Island og heimstað í Vági, men seinni varð skipið keypt til Leirvíkar, har tað hevur havt heimstað síðan 2004.

Havborg, nú Arctic Lion, er bygd í 1989 í Norra. Skipið er 52,2 metrar langt, 12,2 metrar breitt og 1.531 bruttotons tin støddar.

Arctic Lion er skrásett í russiska býnum Santa Pætursborg.