Mynd: Kiran Jóanesarson

Havborg kom á Havnina á middegi

Kiran Jóanesarson

04.06.2017 - 16:06

> Tíðindi > Føroyar

Rækjutrolarin Havborg kom í dag á Havnina, har teir skulu á beding.

Havborg landaði í vikuni 250 tons í Norra, og tá ið liðugt var at landa, setti skipið kós móti Føroyum.

Skipið er selt til Russlands, og nýggju eigararnir yvirtaka Havborg 7. juni. Enn hava núverandi eigararnir ikki funnið eina loysn uppá eitt avloysara skip, og manningin hevur fingið at vita, at hon er uppsøgd.

Havborg hevur fiskað í russiskum sjógvi, og túrurin vardi í tríggjar vikur. 

Skipari var Jóhannes Joensen úr Vági.