Havfrúgvin má bøta fyri føroyska grindaveiðu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

30.05.2017 - 06:45

Tíðindi > Danmark

Standmyndin Den lille Havfrue í Keypmannahavn er í nátt málað við reyðari máling fyri at mótmæla føroyska grindadrápinum, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn.

- Eg kann ikki siga so nógv nú, annað enn at hon ikki longur er bronsulitt. Tað var Ekstra Bladet, sum ringdi og boðaði frá herverkinum, sigur talsmaðurin hjá løgregluni við Ritzau.

Á myndunum, sum eru lagdar á sosialu miðlarnar sæst, at tað er reyð máling, sum nú skemmir ikonisku standmyndina.

”Danmark defend the whales of the Faroe Islands”, stendur skrivað á asfaltið framman fyri havfrúnna.