Savsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Havi máltev, men eri kanska eitt sindur ov dovin

Agnar Frederiksen

07.03.2018 - 20:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríklsað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

142 mál í 240 dystum í fremstu føroyski mansdeildini. Arnbjørn Hansen hevur síðani 2006 skorað mál regluliga á hæsta stigið í Føroyum. Tey flestu eru komin í bláa og svarta búnanum hjá EB/Streymi. 31-ára gamli áleyparin fekk eisini nøkur mál tey tvey árini, sum hann var í HB. Men tann tíðin varð í nógvar mátar oyðiløgd av einum álvarligum knæskaða umframt smærri skaðum.

Arnbjørn hevur generelt verið darvaður av skaðum ígjøgnum árini, men í árunum frá 2006-2014 leikti hann yvir 200 dystir í bestu deildini, har hann var ein lyklaleikari fyri EB/Streym, ið vann FM í 2008 og 2012, umframt steypakappingina fýra ferðir.

Nú vónar royndi áleyparin, at hann kann spæla meira enn seinastu árini; málið er at verða á nógv á vøllinum fyri EB/Streym.

- Vónandi verður tað til meira, enn hvat tað bleiv til í fjør og at eg klári at spæla fleiri dystir. Eg havi ikki nógv persónlig mál til kappingarárið. Tað var kanska fyrr, at man setti sær okkurt fyri sum til dømis at skora x antal mál uppá eitt kappingarár. Men um eg komi nøkulunda skaðafríður ígjøgnum árið, so hevði tað verið nr. 1.

- Í løtuni eri eg væl fyri, og gleði meg til kappingin byrjar.

EB/Streymur var uppflytari í fjør, og endaði á 7. plássi. Liðið kom ongantíð av álvara í niðurflytingarvanda, og stóð seg millum í fleiri førum væl ímóti topp-5 liðunum. Tá vit spyrja Arnbjørn hvar styrkirnar hjá EB/Streymi liggja, og hvat málið er fyri kappingarárið 2018, svarar málrevurin soleiðis.

- Styrkin hjá EB/Streymi er fyrst og fremst samanhaldið á liðnum. Eitt ordiliga væleydnað kappingarár hjá okkum er at enda í topp 4, men okkara mál er at gera tað betur enn í fjør. Um vit hugsa um steypakappingina, so skulu tað ikki nógvir dystir til fyri at koma út í Evropa; um man kann siga soleiðis, so er tað tann skjóti vegurin.

Hóast EB/Streymur argaði ovaru liðini nakrar ferðir, so var felagsliðið ikki nær við at náa gomlu hæddunum. Talan er tó um eitt lið, sum bygdi upp av nýggjum eftir niðurflytingina í 2015. Arnbjørn Hansen metir, at kappingin í ár kann koma at líkjast tí í fjør.

- Kappingin sær avgjørt spennandi út í ár, men tað er ikki heilt óhugsandi at tað verður líka sum í fjør, at kappingin fer skjótt í tvey.

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum:
Ikki lætt at lýsa meg sjálvan, men havi máltev, og eri kanska eitt sindur for dovin.

Besta fótbóltsminni
Dystirnir ímóti Manchester City í Uefa Cup í 2008 eru tað stórsta fótbóltsminni. Og so málini ið eg havi skotið fyri tað Føroyska landsliðið (Arnbjørn hevur 3 mál á A-landsliðnum, red.)

Besti dystur í karrieruni
Steypafinalan ímóti HB í 2007, har vit vunnu 4-3. Talan var um fyrsta steypi, ið EB/Streymur vann

Besti leikari tú hevur leikt saman við?
Hans Pauli Samuelsen. Hann hevur altíð funnið meg væl á vøllinum, og eg gleði meg til enn eitt kappingarár saman við honum við EB/Streymi.

Besti mótstøðuleikari
Í altjóða høpi: Zlatan Ibrahimovic
Í Føroyum: Fróði Benjaminsen

Les eisini: Nýggjar tíðir í Sarpugerði

Les eisini: Spennandi hópur á Skála

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl