(Savnsmynd)

Havísurin alsamt í minking



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 09:05

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Veðurlagsbroytingar

Í januar mánaði í ár var havísurin í Norðuríshavinum so lítil, sum ongantíð fyrr hesa ársins tíð. Tað vísa nýggjastu fylgisveinayvirlitini hjá donsku veðurstovuni, DMI.

Mátingarnar vísa, at ísurin hevur verið í støðugari afturgongd seinastu umleið 40 árini.

- Høvuðsorsøkin er útlátið av koltvísúrni. Tað er hugstoytt, at vit av mannaávum í slíkan mun kunnu ávirka havísin á slíkan hátt, sigur Sebastian Mernild, professari í veðurlagsbroytingum á Nensencenteret í Bergen við dr.dk.

Minkingin av ísinum hevur verið støðugt við 52.000 fermetrum hvørt ár síðan 1979.

- Hetta er avleiðingin av, at bæði sjógvurin og luftin er vorðin heitari hetta tíðarskriðið, sigur Sebastian Mernild.

Bæði sjógvurin og luftin í økinum er munandi heitari enn valigt. Júst nú eru umleið 20 minusstig, celsius, á Norðpólinum, og tað er umleið 10 stig lýggjari enn vanligt. Serliga í Barentshavinum er ísurin minni og tynnri.

Lýggjara hitalagið fer at hava við sær, at ongin ísur verður í Arktis um sumrarnar. Nú er tað bert ein spurningur um tíð, nær tað hendir, greiðir Sebastian Mernild frá.

- Eitt sindur av óvissu er. Nøkur modell siga, at tað hendir um 20-25 ár. Onnur siga 30-40 ár.

Hóast Sebastian Mernild gremur seg um gongdina, so vísir hann eisini á, at ávísir fyrimunir eru við gongdini.

- Tað skapar nýggjar møguleikar fyri skipaferðslu og ferðamannaídnaði. Og kanska eisini møguleikar fyri at finna olju, vísir hann á.