Mynd: Jens Kr. Vang

Havnadamur á vitjan í Klaksvík í kvøld

Jens Hákun Leo

10.01.2017 - 18:34

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Ein dystur stendur til at vera á skránni í Hvonn-deildini í kvøld.

Hann er í Klaksvík og er ímillum Stjørnuna og Kyndil.

Undan dystinum í kvøld, sum byrjar kl. 19, liggja liðini bæði á einum ávikavist 2. og 6. plássi í Hvonn-deildini. Kyndil liggur á einum 2. plássi í deildini við 20 stigum fyri 12 dystir, meðan Stjørnan liggur aftast í deildini við 4 stigum fyri 11 dystir.

Nummar eitt í Hvonn-deildini er Neistin við 22 stigum fyri 13 dystir. Harvið kann Kyndil við einum sigri í kvøld koma uppá sama stigatal sum Neistin.

Nummar trý í Hvonn-deildini er VB við 12 stigum fyri 12 dystir, meðan nummar fýra er VÍF við 10 stigum fyri 12 dystir. Nummar fimm er StÍF, sum eins og Stjørnan hevur 4 stig, men sum tó hevur leikt ein dyst fleiri enn Stjørnan.

Um vikuskiftið verða tríggir dystir leiktir í Hvonn-deildini. Tá leika VB-VÍF í Vági, Stjørnan-Neistin í Klaksvík og StÍF-Kyndil á Skála.