Savnsmynd (Mynd: Ingi Joensen)

Havnar Bio fyllir 25 ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.06.2018 - 16:31

Mentan > List > Filmslist

Í dag hátíðarheldur Havnar Bio sín 25 ára føðingardag. Og í Havnar Biovænta tey, at fólk fara at koma at hátíðarhalda dagin saman við teimum.

- Vit hava gjørt eitt sindur meiri burturúr enn vanligt. Vit hava avsláttur á flestu filmunum, sum verða sýndir í dag, og vit hava eisini okkurt tilboð í kioskini, verður sagt úr Havnar Bio.

Einasti filmurin, har eingin avsláttur er, er Jurrasic World: Fallen Kingdom, sum hevur frumsýning í dag.

Hóast veðrið er av tí fagrasta, hava fólk tikið av møguleikanum at hátíðarhalda dagin í Havnar Bio.

- Her hava verið fleiri fólk enn væntað til barnafilmarnar í dag. Vanliga eru ikki so nógv fólk, tá veðrið er so gott, men í dag hava fólk valt at fara í biograf hóast alt, sigur starvsfólk í biografinum.