Havnar Dartfelag gjørdist føroyameistari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.03.2018 - 08:04

Ítróttur >

Síðsta umfarð í liðkappingini í dart var spælt fríggjakvøldið og leygardagin. Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari longu tryggjað sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.

Klaksvíkar Dartfelag vann báðar sínar dystir í síðsta umfari og fekk silvur, meðan Vága Dartfelag, ið eisini vann báðar sínar dystir, fekk bronsu.

Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:
HDF 1 – D16 9-0
KDF – D16 9-5
KDF – HDF 1 9-4
VDF – HDF 2 9-6
VDF – Pílar & skot 9-3
HDF 2 – Pílar & skot 9-8
Team Sandoy – HDF 3 9-0 (uttan dyst)
ADF – HDF 3 9-0 (uttan dyst)
ADF – Team Sandoy 9-4

Endaliga úrslitið í liðkappingini:
Havnar Dartfelag 1 28 stig
Klaksvíkar Dartfelag 24 stig
Vága Dartfelag 22 stig
Argja Dartfelag 18 stig
Team Sandoy 14 stig
Havnar Dartfelag 3 12 stig
D16 10 stig
Havnar Dartfelag 2 10 stig
Pílar & Skot 6 stig