Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Havnar Svimjifelag vann FM á langgeil



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.06.2018 - 10:01

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

FM í svimjing á langgeil var um vikuskiftið í Páls Høll í Vági. Tilsamans luttóku 63 einstaklingar úr 5 feløgum í teimum 40 kappingunum, sum vóru á FM.

Stóri vinnarin í ár gjørdist Havnar Svimjifelag. Av 120 heiðursmerkjum vann Havnar Svimjifelag 60. Svimjarar úr felagnum vunnu 22 gull, 19 silvur og 19 bronsu heiðursmerkir.

Næst mest vinnandi felagið gjørdist Ægir úr Klaksvík við 13 gull, 13 silvur og 7 bronsu. Á triðja plássi endaði SuSvim av Suðuroynni við 5 gull, 8 silvur og 14 bronsu. Umframt hesi trý feløgini luttóku FLOT av Toftum og Reysti úr Eysturkommunu.

Eftir kappingina vórðu ársins svimjarar og ársins stjørnuskot kosin. Ársins svimjarar gjørdust Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir. Ársins stjørnuskot gjørdust Alisa Vesteergård úr SuSvim og Johan N. Dam úr Havnar Svimjifelag.

Kelda: Svimjing.com