TB/FCS/Royn tekur í dag ímóti B36 í seinnu hálvfinaluni. Talan var um eina undirhaldandi fyrru hálvfinalu í Gundadali



(Mynd: Sverri Egholm)

Havnarfeløgini skulu gera arbeiði liðugt

Agnar Frederiksen

13.06.2018 - 13:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað er ikki beinleiðis summarveður, nú finalistarnir í kappingini um Løgmanssteypið skulu finnast. Alt er uppá spæl í dag, og tað eru tvey lið sum eru stórfavorittar at koma víðari. 

HB og B36 vunnu bæði tvey-máls sigrar í fyrru hálvfinalunum, sum vórðu leiktar fyri tveimum vikum síðani. AB var fyri 2-0 ósigri ímóti HB, meðan Suðringar fingu tvey útivallarmál í Gundadali ímóti B36.

Tað er tískil nógv sum bendir á, at vit fáa eina reina havnarfinalu seinast í august á Tórsvølli. TB/FCS/Royn hevur eitt betri útgangspunkt enn AB, og má metast at hava betri møguleika at skapa enn ein skelk. Men tunni hópurin hjá Glenn Ståhl hevur eina sera stóra uppgávu fyri framman. Nú hava Suðringar tó havt tvær vikur at hvíla seg í, og hava fyrimunin við heimavøllinum í dag. Tað hevur verið nakað av rumbli viðvíkjandi tíðspunktinum, sum dysturin skal spælast. Tað er longu klokkan 15.00, at fyrsta bríksl verður í Trongisvági.

Eftir eina góða gongd er AB steðgað nakað upp. Tað er HB als ikki. 13 sigrar á rað um báðar kappingarnar verða tiknar við. Harvið vísir liðið hjá Heimir Guðjónsson ræðandi styrki í løtuni, og kann í kvøld tryggja sær pláss í steypafinaluni. Argjamenn vilja gera alt fyri at koppa "stórabeiggja", og AB hevur leigað sær roynda málverjan Geza Turi, ið hevur vunnið steypakappingina fimm ferðir við Víkingi, til at avloysa leikbannaða Heðin Stenberg.

Báðir dystirnir verða stroymaðir á stroymingarpallinum hjá FSF, og bæði Rás 2 og Kringvarpið hava beinleiðis frásøgn frá báðum dystunum. Her á Portalinum ber til at fylgja við gongdini á forsíðuni, og vit lýsa dystirnar eftir seinasta bríksl.

15.00: Suðringar - B36 (2-4)
18.00: AB - HB (0-2)


   

beint nú