Mynd: Sverri Egholm

Havnarfinala á Tórsvølli í august

Sverri Egholm

13.06.2018 - 18:51

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í nógva regninum á Argjum tryggjaði HB sær í kvøld pláss í finaluni um Løgmanssteypið.

Hetta er greitt eftir 4-1 sigur í aðru hálvfinaluna móti AB í kvøld og 1-6 samanlagt.

Havnarmenn vóru nógv meira ágangandi fyrstu løtuna, og var tað ikki fyri tvørtræið, og ikki minst málverjan Geza Turi, sum er leigaður inn til dystin, tí Heðin Stenberg fekk reyða koyrt síðsta umfar.

Nakrir smádreingir stóðu uttanfyri vøllin og prátaðu um hendan - sambært teimum - gamla mannin, sum stóð í málinum. Geza hoyrdi teir práta um hetta og svaraði skemtiliga.

- Hvussu gamal eg eri? Eg eri 44 ár. Er tað gamalt? spurdi hann dreingirnar við einum brosi.

Hóast HB var nær við í fleiri førum, so vóru argjamenn eisini knáir, og eftir trýst á HB-málið eina løtu, fekk AB brotsspark, sum Bárður Olsen trygt setti í netið. Hetta kom sum ein skelkur fyri HB-áskoðararnar, sum higartil í ár ikki hava fingið nógv mál ímóti sær.

Lítla løtu seinni gjørdist javnleikur tá Lasse Andersen stútaði bóltin í netið til 1-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Tíðliga í seinna hálvleiki bleiv alt avgjørt við málið frá innskifta John Frederiksen til støðuna 2-1. Beint fyri leiklok økti HB um støðuna til fyrst 3-1 og síðani 4-1. Samanlagt 6-1 til HB sum skal spæla steypafinalu 25. august. Hvat mótsstøðuliðið er, varð avgjørt seinnapartin, tá B36 vann 4-0 móti TB/FCS/Royn.

Ein havnarfinala á Tórsvølli.

AB - HB (1-4) Samanlagt
Bárður Olsen 1-0 brotsspark
Lasse Andersen 1-1
John Frederiksen 1-2
Dan í Soylu 1-3
Niklas Kruse 1-4