Marna Leila Vandsdal Egholm kom á mál sum nummar tvey av donsku kvinnunum (Savnsmynd/Oyggjaleikir)

Havnarkvinna næstbesta danska kvinnan í Copenhagen Half Marathon




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

18.09.2016 - 11:31

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Í morgun klokkan 10:16 varð Copenhagen Half Marathon skotið í gongd, og heili 22.500 rennarar hildu til beins. Hetta er bert aðru ferð at henda kapping verður hildin. Tey fyrstu eru komin á mál, og fyri fyrstu ferð nakrantíð komu teir fyrstu sjey rennararnar á mál uppá undir ein tíma.

Ikki óvæntað løgdu afrikansku rennararnar seg í oddin rættuliga skjótt, og tað bleiv eisini ein úr Kenya sum vann hjá monnunum og ein úr Etiopia sum vann hjá kvinnunum.

Besti danski rennarin hjá monnum var Thijs Nijhuis, sum rann teinin á 01 tíma 05 minuttir og 58 sekund. Skjótasta danska kvinnan varð Louise Langelung Batting, og hon kom á mál við tíðini 01.15.18.

Tað sum er nokkso stuttligt er, at næst henni var havnarkvinnan, Marna Leila Vandsdal Egholm, sum býr í Danmark. Hon kom á mál í tíðini 01.17.38. Hon stóð ikki skrásett til at umboða nakað rennifelag, men flott er tað í øllum førum avrikað av Marnu. Tað er tíverri ikki eydnast okkum at kontakta Marnu enn.

Starturin og málið var á Øster Allé, og fyrstur á mál bleiv 22 ára gamli James Mwangi Wangari úr Kenya. hann kom á mál við tíðini 00.59.07 og tað var akkurát ov stutt til at taka heimsmetið, sum er 00.58.23. Men tíðin hjá Wangari var skjótasta sum er runnin til Copenhagen Half Marathon nakrantíð.

Skjótasta kvinnan var Hiwot Gebrekidan Gebremaryam úr Etiopia, og hon kom á mál í tíðini 01.08.00.