Havnaútbygging: Sáttmáli undirskrivaður í dag

Jens Hákun Leo

15.08.2016 - 10:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tað er í dag kl. 13, at sáttmálin ímillum Tórshavnar havn og J & K Petersen um útbygging av Eystaru bryggju verður undirskrivaður. Undirskrivingin fer fram á Ráðhúsinum.

Ein kunning um útbyggingina av Eystaru bryggju verður, og møguligir spurningar frá fjølmiðlunum verða eisini svaraðir.

Til staðar verða Heðin Mortensen, borgarstjóri, Sjúrður Olsen, býráðslimur, umboð fyri Tórshavnar havn, og J & K Petersen.