Sáttmálin um havnaútbyggingina undirskrivaður

Jens Hákun Leo

15.08.2016 - 13:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Sáttmálin um havnaútbyggingina av Eystaru bryggu varð fyri løtu síðan undirskrivaður av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Steinólvi Petersen, stjóra í J & K Petersen.

Heðin Mortensen byrjaði fundin kl. 13 í ráðhúsinum í Havn og greiddi fyrst frá gongdini í málinum, áðrenn orðið varð givið frítt til spurningar. At enda fór undirskrivingin fram.

Samlaði kostnaðurin av byggingini er settur til at vera 465 mió kr, og skal arbeiðið, eftir ætlan, handast Tórshavnar havn tann 30. november 2019.