Mynd: Jens Kristian Vang

Havnin er blá: Neistin er steypavinnari

Hanus Samró

07.02.2015 - 21:16

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Neistin og Kyndil leiktu í dag finaluna í Coca-Cola kappingini. Neistin vann 24-19. Hálvleiksstøðan var 11-9 til Neistan.

Leikferðin í fyrra hálvleiki var høg og dysturin bylgdi aftur og fram, men leikferðin var kanska ov høg, tí bæði liðini gjørdu nógvar tekniskar villur fyrstu tíggju minuttirnar. Harafturat stóðu bæði Fríða Petersen í Neistamálinum og Tomma Petersen í Kyndlamálinum væl. Tískil var støðan aftaná 10 minuttir 3-2 til Neistan. Aftaná lækkaði leikferðin eitt lítið vet, har liðini fingu betri tamarhald á nervunum og spælinum, og tað hevði við sær, at spælið bleiv betri skipað.

Serliga var tað Neistin, ið fekk stýr á bæði verjuna og álopið, meðan Kyndil haltaði aftaná. Støðan aftaná 20 minuttir var 8-4 til Neistan. Síðstu tíggju minuttirnar kom Kyndil betri inn í dystin. Við tveimum skjótum málum fyri hálvleikssteðgin frá Turið Arge minkaði Kyndil um munin til 11-9 til Neistan, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki byrjaði Neistin best. Tær øktu um munin til 14-10, men Kyndil fall ikk fátt. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 14-12 til Neistan.

Dysturin bylgdi aftur og fram, men sjálvt um liðini skiftust um at skora, eydnaðist tað ikki Kyndli at eta seg tættari at Neistin. Tá 20. minuttir vóru farnar av seinna hálvleiki førdi Neistin 18-16.

Síðstu tíggju minuttirnar økti Neistin um munin. Serliga var tað Fríða Petersen í Neistamálinum, sum stóð ein branddyst, meðan Rankovic revsaði Kyndil í hinum endanum. Hon skoraði 11 mál tilsamans. Sostatt endaði finalan í Coca-Cola kappingini millum Neistan og Kyndll 24-19 til Neistan.

Fríða Petersen, sum hevði eitt bjargingarprosent uppá 39%, var kosin besti leikari.

Sí eisini: Myndir: Neistin - Kyndil