Bucentaur á Havnini fyri at kroka. Skipið er nú farið aftur á Lancaster oljuleiðina miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, har tað ger geo-tekniskar kanningar, helst í sambandi við komandi útbygging.

Havnin gott stað at kroka hjá oljuskipum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

30.08.2017 - 08:34

Oljan >

Tíðliga í hesi vikuni kom norska kanningarskipið ”Bucentaur” á Havnina  at kroka. Skipið hevur gjørt geotekniskar kanningar vestan fyri Hetland í sambandi við oljuleiting í økinum. Tá óveður brann á valdi skiparin at fara til Føroyar heldur enn at fara inn í hetlendska havn at kroka. Bjørn Johansen, skipari sigur við oljan.fo, at teir mettu um støðuna, tá hann øtlaði veðrið og mettu tað vera skilabest at fara til Havnar at kroka og bíða eftir betri veðri. Og nú teir hava ligið á Havnini í nakrar dagar er hann eisini fegin um avgerðina, tí hon var røtt. ”Vit kunnu bara siga, at líkindini at liggja við bryggju í Havn í hesum ringa veðrinum, hava verið framúr góð, og hava vit eisini nýtt høvið til at keypa ymsar vørur og tænastur. Alt hevur gingið uppá stás,” sigur norski skiparin.

Hetta er fyrstu ferð, at hetta gamla og nógv brúkta farið, er í Føroyum. Og hetta verður helst eisini seinastu ferð. ”Tíðin er komin til at skrotta hetta skipið, og tað hendir heilt skjótt, men fyrst skulu vit fáa nakrar týðandi kanningar gjørdar á einum øki vestan fyri Hetland,” sigur Bjørn Johansen. Hann vil ikki upplýsa, hvønn teir arbeiða fyri, men talan er um leiting eftir olju og gassi í einum nýggjum øki vestan fyri Hetland. Tað er umleið 140 fjórðingar úr Føroyum, á 160 metrar dýpi. Har gera teir geotekniskar kanningar við at bora 200 metrar niður í undirgrundina. Teir hava arbeitt við hesum í tvær vikur og vera lidnir um eina viku. Við skipinum eru 33 mans. Skipið hevur eisini gjørt kanningar fyri vindmylnufeløg og kaðalfeløg.

Nøkur ár herfyri vóru teir í New Foundlandi og á veg heim løgdu teir at landi í Reykjavík, har áhugin fyri skipinum var ovurstórur. Íslendingar hildu, at oljuøldin brádliga varð komin til teirra.

Bjørn Johansen takkar fyri blíðskapin í Havn og sigur, at føroyingar eru ”trivelige” folk, sum hann málber seg. Tað var Faroe Agency, sum umboðaði norska felagið Fugro, sum eigur skipið.

Sambært heimasíðuni Marine Traffic, so fór norska kanningarskipið av Havnini seinastu nátt við kós móti Lancaster oljuleiðini miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Hetta er ein nýggj og stór oljuleið,eisini nevnd Lancaster-stórøkið,  sum verður mett at goyma meira enn eina mia. tunnur av olju- Hon fevnir um fleiri smærri oljuleiðir. Arbeiðsuppgávan hjá Bucentaur har suðuri kundi bent á, at arbeitt verður við at kanna útbygging av oljuleiðini. 

At skip, sum eru knýtt at hesi oljuleið, nú hava verið í Føroyum, í hesum førinum fyri at kroka, kann sjálvandi eisini fáa týdning í sambandi við framtíðar útbyggingar, nú skip á staðnum hava valt hetlendska havn frá til fyrimun fyri føroyska havn. Vónandi kann tað seinni fáa týdning í sambandi við føroyska ynskið um at fáa útlendsk reiðarí og feløg, sum arbeiða eystan fyri markið, at brúka føroyskar havnir og her keypa vørur og tænastur.