Havnin í Lerwick bjóðar seg fram til framtíðar oljuuppgávur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

03.02.2018 - 13:42

Oljan >


Tað er ikki bara í Føroyum, at vit gera okkum út til at taka ímóti vaksandi tørvinum á tænastum til nógva virksemið í Norðuratlantshavi og Norðsjónum, tað verið seg innan fiskivinnuna, olju- og frálandsvinnuna, ferðavinnuna og flutningsvinnuna sum heild. Havnaútbyggingar eru líkasum uppá móta í Skotlandi, Noregi og Danmark eisini. 

Tíðindi/Analysa.

Hyggja vit at menningini av olju- og gassvinnuni í Norðsjónum, Norskahavinum, Barentshavinum og á Atlantsmótinum seinastu fimti árini, hevur stórur partur av virkseminum verið tengdur at ávísum havnum við stendurnar. Blaða vit í oljusøguni, síggja vit, at tað hevur verið ein øgilig kapping millum ymsu havnirnar í eitt nú Norra og Skotlandi um at fáa lut í mongu oljuuppgávunum. Gjørdar eru útbyggingar av havnaløgum til oljuútgerðarhavnir fyri milliardir av krónum. Afturfyri hava hesar íløgur í flestu førum givið arbeiðspláss og inntøkur. Lokaløkini hava sæð tað sum eina náttúrliga uppgávu fyri at yvirliva og til tess at menna síni øki at bjóða seg fram til stóru altjóða oljufeløgini. Norra er eitt gott dømi um, hvussu henda menning hevur gagnað útjaðarmenningini, og hesa gongd síggja vit eisini aftur hjá grannanum fyri sunnan, Skotlandi.

Hóast vit eru farin inn í eina nýggja tíð, har varandi orkukeldur fáa størri undirtøku, og vanligu orkukeldunar olja og gass verða raðfest øðrvísi, so er greitt, at tað fara at ganga mong mong ár, áðrenn grøna orkan heilt tekur yvir. Tí vil tað eisini framhaldandi verða boð eftir havnum báðumegin Norðsjógvin, ið kunnu veita vørur og tænastur til olju- og frálandsvinnuna.

Hvussu stóran týdning tann eini parturin av oljuvinnuni, nevniliga oljuleitingin, hevur fyri veitaravirksemið, hava vit føroyingar verið vitni til, tá boringin av 9 brunnum á føroyska landgrunninum fór fram, og hon gav arbeiði til nógvar hendur og skapti nýggjar inntøkumøguleikar.

Nú oljufeløg aftur hava møguleikan fyri at leita eftir olju við Føroyar, er greitt, at hetta kann gerast grundarlag fyri nýggjum virksemi, nevniliga í kjalarvørrinum á framtíðar boringum. Í skrivandi løtu vita vit tó ikki, hvussu fer at hilnast í so máta. Tað frætta vit nærri um miðjan februar, tá 4. útbjóðing letur aftur.

Men hvussu og ikki, so heldur nógva oljuvirksemið í grannalagnum, beint uttan fyri okkara gátt, fram. Og her er kappingin um at fáa lut í virkseminum stór. Havnirnar í Aberdeen, Peter Head, Scrabster og Lerwick eru nakrar av teimum, sum bjóða seg fram. Og fyri at kunna vera við í kappingini er neyðugt at nútímansgera og útbyggja havnirnar. Aberdeen er m.a. í løtuni í ferð við at gera eina spildurnýggja havn fyri fleiri mia. kr. Hon skal troyta tørvin ikki bara hjá frálandsvinnuni men eisini hjá ferðavinnu og fiskivinnu. Og fara vit longur norður til Hetlands, okkara næsta granna, so eru eisini har gjørdar stórar íløgur í havnina.

Havnin í Lerwick partur av oljumenning

Havnin í hetlendska høvuðsstaðnum Lerwick hevur í mong ár veitt vørur og tænastur til ta stóru oljumenning, sum hevur verið og framvegis er og fer at vera í ríku olju- og gassøkjunum bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Her skal tó havast í huga, at havnirnar á norðursíðu Skotlands frá Aberedeen til Peter Head og Scrabster hava eisini notið væl av nógva virkseminum í økinum.

Spurningurin um í hvønn mun føroyskar havnir eisini kunnu vera við í hesi kapping, nú tær liggja nær fleiri av oljuøkjunum, er javnan frammi. Bæði fyritøkur og havnir í Føroyum hava eisini gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði eitt nú á oljumessum fyri at gera vart við seg og fyri harvið fáa ein part av køkuni. Ítøkilig dømi um úrslitið av hesum arbeiði eru m.a. afturvendandi manningarskifti hjá útlendskum frálandsskipum í føroyskum havnum. Vit minnast eisini umvælingina av boripallinum West Hercules á Skálafjørðinum. Í fjør kom heimsins størsta seismikkskip til Føroya at keypa vørur og tænastur og soleiðis kundi verið hildið fram, tó at hesar ”vitjanir” hava verið avmarkaðar sum heild.

Stórar útbyggingar hava eisini verið og eru av havnum í Føroyum, tó at hesar ikki fyrst og fremst hava miðjað móti at fáa lut í olju- og frálandsvirkseminum eystanfyri. Vit skulu tó ikki útiloka, at hesar havnaútbyggingar eisini kunnu koma framtíðar oljuvirksemi í føroyskum øki og í grannalagnum væl við. Spurningurin er tí eisini, um tað ikki hevði verið gagnligt og gott at tikið landsplanleggingar atlit við, tá stórar íløgur verða gjørdar í havnaútbyggingar, soleiðis at eitt nú framtíðar olju- og frálandsvirksemi harvið kundi verið tengt at ávísum og best egnaðu plássunum.

Venda vit so eyguni móti grannanum Hetlandi, tá hevur havnin í Lerwick verið í tí hepnu støðu at liggja mitt í einum stórum oljuøki og hevur tí stórar fyrimunir framum aðrar havnir í grannalagnum, eitt nú fleiri av havnunum í Norðurskotlandi, frá Scrabster til Peter Head og víðari til Aberdeen.

Nógvu útbyggingar av olju- og gassfundum bæði eystan og vestan fyri Hetland seinastu árini hava gjørt havnina í Lerwick til eitt slag av miðdepili fyri oljuvirksemi sum heild í hesum partinum av Europa. Seinastu útbyggingarnar av havnini hava skapt nýggjar møguleikar fyri vinnuna, sum arbeiðir bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, so sum fleiri atløgubryggjur, størri kranamegi og størri øki á landi.

Nógv virksemi í sambandi við oljuútbyggingar

Oljufeløg, sum í seinastuni hava brúkt og brúka betraðu havnaumstøðurnar í Lerwick, eru m.a. Dana Petroleum, ið hevur bygt út Western Isles oljufundið, eins og Statoil, sum er í ferð at byggja út Mariner fundið, bæði í Norðsjónum. Eitt nú koma partar av framleiðslupallinum á Mariner til Lerwick úr Korea í hesum árinum. Tá liggur havnin í Lerwick best fyri at brúka.

Havnaumstøður eru eisini í Hetlandi at taka ímóti oljupallum, sum hava tænt sína tíð og skulu takast sundur, tað, sum á oljumáli verður nevnt decommissioning. Eisini á hesum øki bjóða hetlendingar seg fram. Herfyri var pallurin frá Buchan feltinum eystan fyri Hetland fluttur til Hetlands og har lagdur við bryggju til upphøggingar. Hetta er størsta uppgávan higartil, sum havnin í Lerwick hevur staðið fyri. Pallurin vigaði 15.000 tons, og varð djúpvatnsbryggjan í Dales Voe brúkt til endamálið.

Calum Grains, sum er havnameistari í Lerwick, sigur við Shetland Times, at tær tríggjar verkætlaninar, Western Isles, Mariner og Buchan eru góð dømi um, hvussu fyritøkur og oljufeløg kunnu fáa fult gagn av at troyta møguleikarnar, sum havnin í Lerwick hevur at bjóða fram. Her ikki minst fyrimunirnir við eini djúpvatnshavn og geografisku støðuna og ikki minst nútímans infrastrukturin. Hann vísir eisini á teir fyrimunir, sum havnin í Lerwick sum ein leiðandi menningarkjarni kann hava fyri framtíðar virksemi bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum.

Havnin í Lerwick hevur eisini staðið sína roynd við at veita týðandi tænastur í sambandi við útbyggingar og umvælingar av Schiehallion feltinum (nú nevnt Quad 204) og tess nýggja framleiðsluskipi, Glen Lyon, á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland. Somuleiðis hevur havnin verið partur av stóru gassútbyggingini, Laggan-Tormore og byggingini av eini nýggjari gassverksmiðju á landi í Hetlandi. Eisini var havnin í Lerwick partur av Solan útbyggingini, har risastórur goymslutangi varð fluttur fyrst til Lerwick og haðani víðari til oljuleiðina vestan og sunnan fyri Hetland. Í hesum sambandi eisini við uppseting av útbúnaði á havbotninum.

Nú útbyggingarnar á Clair Ridge oljuleiðini hjá BP og Edradour/Glenlivet gassleiðunum hjá Total verða gjørdar, hevur havnin í Lerwick eisini stóran týdning við sínum mongu tænastum.

Stórar útbyggingar

Nú verða so eisini settar stórar vónir til framtíðar útbyggingar bæði vestan og eystan fyri Hetland. Seinastu tíðindini frá oljumiðlunum í Skotlandi vilja vera við, at ikki færri enn 11 ymiskar verkætlanir til útbygging av olju- og gassfundum fara at fáa grønt ljós í hesum árinum. Ein teirra er Lancaster oljufeltið hjá Hurricane Energy har suðuri á Atlantsmótinum eins og útsetta útbyggingin av Rosebank hjá Chevron.

Í hesum sambandi koma longjan av atløguplássi í Dales Voe í Lerwick uppá 127 metrar fyri meira enn 100 mió. kr. eins og dýping av havnini til 12,5 metrar umframt atløgusíða uppá 800 metrar fyri 160 mió. kr. við Mairs Pier sera væl við. Haraftrat kemur Greenhead útgerðarhavnin.

Alt hetta samanumtikið ger, at havnamyndugleikarnir í Lerwick kunnu bjóða fram 4,574 metrar av atløgusíðu, sum so eisini fevnir um 2,584 metrar av djúpshavns atløguplássi. Økið at goyma útgerð og brúka til ymiskt virksemi á landi er nú uppá 120.000 fermetrar.

Keldur: Shetland Times, Energy Voice, Søfart, Hegnar.no, oljan.fo




beint nú