Havstovan handað tilmæli um fiskiskapin komandi fiskiár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.06.2017 - 18:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

15. juni 2017 handaði Havstovan Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fikivinnumálum, tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í fiskiárinum 2017/2018.

Nógvar tilráðingar eru. Eitt nú verður mælt til at taka óbrúktu dagarnar í fiskiárinum 2016/2017 úr skipanini. Fyri at verja tann smáa upsan, mælir Havstovan til, at rist verður brúkt í upsatrolum undir Føroyum.

Fyri línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar, ið serliga veiða tosk og hýsu, verður mælt til, at teir tillutaðu fiskidagarnir komandi fiskiár verða 50% av teimum brúktu døgunum í fiskiárinum 2016/2017.

Eisini mælir Havstovan til at friða ymsar leiðir fyri at verja ávísar árgangir av hýsu og toski.

Alt tilmælið kann lesast her.