Havstovan: - Minni av svartkjafti í føroyskum øki í ár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

20.04.2017 - 15:40

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Magnus Heinason var fyri páskir liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. 

Fyribilsúrslitini vísa, sambært Havstovuni, at minni av svartkjafti stendur í føroyskum øki í ár enn tey seinastu árini. Hetta er serliga galdandi fyri tann smáa svartkjaftin. Harav var mestsum einki av ársgomlum svartkjafti at síggja.

Havstovan sigur í hesum viðfangi á heimasíðu sínari, at kanningarnar í ár vórðu darvaðar av veðri. 

- Svartkjafturin spjaðist og er verri at síggja á ekkóloddinum tá illveður er. Í illveðri er eisini nógv av luftbløðrum í sjónum, sum blokera ekkó- signalið. Hetta førir við sær, at fiskurin ikki verður skrásettur á ekkóloddinum og verður tí ikki taldur við í metingunum. Hetta ger, at úrslitini, tá talan er um nøgd, eru minni álítandi í ár enn í fjør, sigur Havstovan hesum viðvíkjandi.

Meginparturin av svartkjaftinum í kanningini í ár eru 2014- og 2013-árgangirnir, sum eisini sóust í kanningunum fjør. Hesin fiskurin er frá 24-26 cm til longdar í miðal.

Kanningin er, sambært Havstovuni, skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi og Hollandi. Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Keypmannahavn 25-27 apríl.