Liðskiparin hjá Belgia, Eden Hazard, gjørdist matchvinnari á Wembley

(Mynd: EPA)

Hazard tryggjaði Chelsea sigurin

Agnar Frederiksen

19.05.2018 - 18:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri áttandu ferð kundi Chelsea lyfta FA Cup steypið. Liðið hjá Antonio Conte vann 1-0 á Wembley ímóti Manchester United. Talan var um eina tama finalu, ið var merkt av tí taktiska. Liðini skapti ikki nógvar málmøguleiakr, og einsamalla málið kom uppá brotsspark. 

Frá byrjan av var tað sum væntað tvey bíðandi lið. Chelsea skapti ein stóran møguleika tíðliga, men David De Gea vardi væl fyri skotinum hjá Eden Hazard. Men miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Hazard omaná, tá hann trygt setti bóltin framvið De Gea frá brotssparksblettinum. Tað var Hazard sjálvur, ið fór til stroks, og hann varð feldur av Phil Jones, áðrenn hann fekk skot á.

Eftir málið var dystarmyndin tann, at United hevði bóltin og royndi at skapa. Men tað knípti at skapa upplagdar møguleikar. United hevði eina góða løtu í 2.hálvleiki, har liðið hjá Mourinho fekk ferð á og komu til vandamiklar støður. Men liðið hjá Chelsea var væl skipað, og Thibaut Cortouis vardi væl fyri, tá tørvur var á tí. Marcus Rashford hevði nakrar góðar møguleikar, og Paul Pogba hevði ein frían stútara ímóti endanum, men teir tóku ikki av. 

United fekk eitt mál kolldømt vegna rangstøðu  miðskeiðis í 2.hálvleiki, og royndi seg innskiftingum av Anthony Martial hálvskadda Romelu Lukaku og einari seinari innskifting av Juan Mata. 

Chelsea hótti uppá umstillingar, og Marcus Alonso hevði ein stóran málmøguleika í 2.hálvleiki. Hazard var frálíkur til at taka bóltin til sín og dribla, og so var N`Golo Kanté eyðsýndur á verjukenda miðvøllinum. Chelsea gjørdi tað trupult fyri United, helt fast, og vann fimta FA Cup heiti síðani Roman Abrahmovich keypti felagið í 2003. 

Chelsea endar harvið kappingarárið væl, eftir at liðið ikki rakk topp-fýra í Premier League. Spurningurin er so, um hetta var seinasti dystur hjá Antonio Conte sum venjara, og leikarum sum Hazard og Courtois. 

Chelsea - Manchester United 1-0(1-0)

22.min: Eden Hazard 1-0