Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB bremsaði NSÍ

Sverri Egholm

12.08.2017 - 18:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Góði stimin hjá HB heldur fram. Í dag vunnu teir reyðu og svørtu á runavíkingum, sum tevjaðu fyrsta plássið. Tí við sigri í dag, kundi NSÍ leggja seg á odda í deildini.

Men HB vildi tað ikki soleiðis, og legði seg á odda í dystinum longu tá tveir minuttir vóru farnir. NSÍ royndi at trýsta í fyrra hálvleiki, og tað gav úrslit beint fyri hálvleik, tá Petur Knudsen setti bóltin í netið og javnaði.

1-1, sum eisini var støðan í steðginum.

HB kom út sum eitt óløgið í seinna hálvleiki og gav runavíkingum ein veruligan skelk. Beinanvegin legði Sebastian Pingel HB á odda 2-1 og fáar minuttir seinni økti Øssur Dalbúð um støðuna til 3-1.

Tá ein knappur tími var leiktur var aftur mál til HB. Hetta var eftir at Ári Mohr Jónsson varð feldur í brotsteiginum hjá HB. Aleksandar Stankov var settur at skjóta og umsetti til mál.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og HB kann fegnast um at góða gongdin heldur fram. Hinvegin skulu runavíkingar taka annað skinn um bak, skulu teir taka fyrsta plássið frá Víkingi.

Í hinum dystinum bleiv eisini øgiligur spenningur til síðst. EB/Streymur var á odda 2-0, men fáar minuttir fyri leiklok fekk 07 Vestur brotsspark, og lítla løtu seinni javnaði Ken Fagerberg fyri 07 Vestur.

Eitt øgiligt rok var til síðst, har venjarin hjá 07 Vestur varð tveittur av vøllinum, og profilurin Ken Fagerberg fekk beinleiðis reytt kort. Men 07 Vestur fekk so tað eina stigið.


HB - NSÍ (4-1)
Sebastian Pingel 1-0
Petur Knudsen 1-1
Sebastian Pingel 2-1
Øssur Dalbúð 3-1
Aleksandar Stankov 4-1 brotsspark


07 Vestur - EB/Streymur (2-2)
Rógvi Egilstoft Nielsen 1-0 brotsspark
Ari Mohr Olsen 0-2
Ken Fagerberg 2-1 brotsspark
Søren B. Nielsen 2-2


Støðan í Effodeildini:
1. Víkingur (36 stig)
2. NSÍ (33 stig)
3. KÍ (33 stig)
4. B36 (32 stig)
5. HB (27 stig)
6. EB/Streymur (22 stig)
7. TB/FCS/Royn (20 stig)
8. Skála (20 stig)
9. 07 Vestur (15 stig)
10. ÍF (6 stig)