Milja Simonsen og Heidi Sevdal tóku sær av málunum móti ÍF/Víkingi í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB einsamalt oddalið

Sverri Egholm

27.05.2018 - 22:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað gongur strúkandi hjá HB í løtuni. Besta mansliðið liggur greitt á fyrsta plássi, og í kvøld fingu kvinnurnar trý stig á kontuna samstundis sum hitt oddaliðið, KÍ, tapti.

Sostatt er HB nú á odda í bestu kvinnudeildini við 24 stigum. EBS/Skála og KÍ liggja á einum deildum øðrum plássi við 21 stigum.

EBS/Skála - KÍ (1-0)
Ansy Jakobsen 1-0

ÍF/Víkingur - HB (0-4)
Heidi Sevdal 0-1
Milja Simonsen 0-2
Milja Simonsen 0-3
Milja Simonsen 0-4

B36 - B68 (1-1)
Anitha Mortensen 1-0
Rúna Olsen 1-1

Støðan eftir níggju umfør
1. HB (24 stig)
2. EBS/Skála (21 stig)
3. KÍ (21 stig)
4. ÍF/Víkingur (9 stig)
5. B68 (2 stig)
6. B36 (2 stig)