(Mynd: Turið L. Sejersdóttir)

HB fær íslendskan styrk

Sverri Egholm

13.02.2018 - 21:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Íslendskur styrkur er komin til Betri liðið hjá HB. Tað skrivar felagið á heimasíðuni.

Talan er um verjukenda miðvallaran Brynjar Hloðversson, sum í dag hevur gjørt sáttmála við HB galdandi fyri hetta kappingarárið. Brynjar er 28 ára gamal og kemur til HB frá Reykjavíkar felagnum Leiknir.

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at onkur íslendingur var ávegis til HB.