Heimir Guðjónsson (Mynd: EPA)

HB hevur bjóðað Heimir Guðjónsson venjarastarvið

Ari av Rana

31.10.2017 - 07:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Íslendski venjarin Heimir Guðjónsson hevur fingið bjóða at gerast høvuðsvenjari hjá Havnar Bóltfelag. Hetta váttar hann fyri íslendska Morgunblaðið. Tað hoyrdist um vikuskifti, at Heimir var í Tórshavn og tosaði við HB.

- Eg fekk eitt tilboð um starv hjá HB og fekk nakrar dagar at umhugsa meg í. Eg havi júst lisið tað, sum HB hevur at bjóða mær, og vænti at taka eina avgerð áðrenn vikan er farin, sigur Heimir Guðjónsson við Morgunblaðið.

Heimir varð venjari hjá FH Hafnafjarðar frá 2008 til í ár. Við Heimir á odda gjørdist felagið íslendskur meistari 5 ferðir, steypavinnari eina ferð, og spældi tvær ferðir avgerandi dystin um pláss í Evropa League bólkaspælinum.