Mynd: Sverri Egholm

HB vann fyrru hálvfinaluna greitt

Sverri Egholm

30.05.2018 - 17:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var eitt heilt annað HB-lið, sum í dag spældi móti AB enn tað, sum var á vitjan á Argjum sunnudagin. Teir reyðu og svørtu vóru omaná allan dystin og serliga í fyrra hálvleiki koyrdi spælið sera væl.

Og tað var eisini í fyrra hálvleiki, at málini komu. Stóra trýstið frá HB frá byrjan gjørdi, at Magnus Egilsson kundi leggja bóltin í netið til 1-0 tá 13 minuttir vóru farnir.

Smáar tíggju minuttir seinni gjørdist Jógvan Skeel Nolsøe leysur í brotsteiginum og skoraði til 2-0.

Hetta gjørdist eisini úrslitið av dystinum, sum fyri HB merkir, at teir hava annað beinið í finaluni. Onnur hálvfinalan millum hesi bæði liðini verður leikt 13. juni.