Mynd: Sverri Egholm

HB vann við tveimum málum ímóti endanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.09.2017 - 19:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
HB vann fimta og seinasta dystin í 21. umfari, ið varð leiktur í Gundadali í kvøld. HB vann 3-1 á TB/FCS/Royn, men tað var ikki fyrrenn seinastu fimm minuttirnar, at heimaliðið fekk avgjørt dystin.

HB legði seg á odda eftir ellivu minuttir, tá Rókur av Fløtum Jespersen skoraði. Hetta var leingi støðan, men í 64. minutti javnaði Búi Egilsson fyri TB/FCS/Royn.

Tá sá út sum at liðini skulud fáa eitt stig í part, men fimm minuttir fyri leiklok legði Heri Hjalt Mohr HB á odda aftur. Heri var í seinnu hálvu í fjør leigaður út til TB. Nakrar minuttir seinni økti Øsssur Dalbúð til 3-1 og punkterði harvið dystin. Innskifti Símun Samuelsen hevði næstseinasta fótin á báðum teimum seianstu málunum.

Ein umráðandi sigur fyri HB, sum nú bert er trý stig aftanfyri NSÍ, ið er á fjórða plássinum.