Teitur Gestsson hevur sum mál at lata minst mál inn í "Betri-deildini" Her sæst hann í einari grannauppgerð í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Agnar Frederiksen

05.03.2018 - 22:24

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríksað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

170 dystir í fremstu føroysku mansdeildini fyri HB. Umframt hetta 12 dystir í evropeiskum kappingum og fast pláss á A-landsliðnum seinastu árini. 25-ára gamli Teitur Matras Gestsson er fastur sum aftasti skansi hjá mest vinnandi liðnum í føroyskum mansfótbólti.

Síni fyrstu ár sum fótbóltsleikari hevði Teitur norðuri í Klaksvík. Hann er hálvur klaksvíkingur og hálvur suðuroyingur. Teitur vakti í ungdómsárunum ans sum ein tryggur málverji, og danska stórfelagið OB fekk eyga á hann. Sum 16-ára gamal flutti hann til Odense, har hann var í 3 ár, og leikti við U17 og U19-liðunum hjá OB. Tá Teitur kom aftur til Føroya á sumri í 2011, gjørdi hann sáttmála til HB. Har hevur hann verið við til at vunnið FM í 2013.

Eins og í fjør eru nógvar broytingar í hópinum hjá HB, og liðið hevur fingið royndan íslendskan venjara við nógvum royndum. 48-ára gamli Heimir Guðjónsson hevur royndir sum yrkisleikari, og hevur seinast vant FH, ið hann hevur vunnið íslendska meistaraheitið við. Liðið sló eisini Víking út í Champions League í fjør. Sambært Teiti kemur hann inn við nógvum nýggjum og góðum, ið hann tilførir HB-liðnum.

- Eg haldi at støðan á liðnum er góð, og eg haldi, at vit hava eitt spennandi lið til komandi kappingarár. Upptaktin er munandi øðrvísi enn undanfarnu át. Vit hava fleiri venjingar, har vit millum annað venja klokkan 06.30 tvær ferðir um vikuna. Heimir er væl fyrireikaður, og tað smittar av uppá leikararnar. Hann hevur nógvar royndir, og tað tykist sum um, at hann kann læra eina rúgvu frá sær til leikarahópin.

HB hevur havt nógva viðgongd í hesari øldini. HB hevur vunnið sjey FM síðani 2002, og hevur harvið yvirtikið heiðurin frá KÍ, sum felagið við flest FM-heitum. Síðani FM-heitið í 2013 hevur HB tó ikki vunnið nakað, og seinastu tvey árini er liðið endað á 5. plássið. Tvey ár uttan evropeiskan fótbólt nívir hjá einum stórfelagið, men Teitur Gestsson metir, at HB ikki er so langt burtur, og at topp-4 kann sigast at vera málið hjá HB.

- Vit hava verið spælstýrandi í nógvum dystum tey seinastu árini og tað er ein stór styrki at hava. Um vit fáa ført tað víðari til, at vit kunnu skora eitt mál fleiri enn hini liðini í ár, so fáa vit eitt væleydnað kappingarár.

- Vit hava í felag ikki sett nakran málsetning fyri árið enn, men um vit klára topp 4. so er tað eitt stórt framstig í mun til seinastu tvey árini.

Sum heild roknar málverjin hjá HB við, at tað verður javnt í Betri-deildini í ár. Hann hevur tó eitt felag sum favoritt til at gerast Føroyameistari.

- Eg vænti eina tætta og harða kapping, og at liðini koma at stjala stig frá hvørjum øðrum. FM sær tó út til at enda í Runavík í ár.

Tá vit so spyrja Teit, hvat hansara persónliga mál fyri kappingarárið er, so er svarið einfalt.

- Eg havi hvørt ár havt eitt mál um at lata fægst mál inn í kappingini, og tað er aftur málið í ár.

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum:
Onki svar

Besta fótbóltsminni:
FM í 2013 er tað besta minni, men at vera við landsliðinum í Grikkalandi í 2014, tá vit vunnu 1-0, kann eisini nevnast sum eitt fantastiskt minni

Besti dystur í karrieruni:
Mín fyrsti dystur við HB var ímóti Malmø í Champions League 2011. Tað var ein góður dystur, og kanska eisini tann dysturin sum gjørdi, at eg beit meg fastan á liðið.

Besti leikari tú hevur leikt saman við?
Ræðuliga torført at taka ein burturúr, men eg velji Andrew av Fløtum

Besti mótstøðuleikari:
Trupult at siga, men tann fyrsti tankin hjá mær sigur Árni (Frederiksberg, red.) og Klæmint (A. Olsen, red.) hjá NSÍ. Teir hava verið góðir tey seinastu nógvu árini ímóti HB; teir eru eisini sum ein spælari, so eg velji hesar báðar saman.