George R. R. Martin (mynd: Visualhunt.com)

HBO váttar nýggja Game of Thrones-røð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

09.06.2018 - 18:14

Mentan > Uttanlands > Annað

Amerikanska sjónvarpsrásin HBO er í ferð við at leggja ætlanir um, hvat skal henda, tá væl umtókta røðin, "Game of Thrones" endar næsta ár.

Tað seinasta árið, hevur HBO arbeitt við einari nýggjari røð. George R. R. Martin, ið hevur skrivað bøkurnar, sum "Game of Thrones" er bygd á, sipaði til fimm nýggjar møguligar verkætlanir, og í fjør segði HBO, at upp til fýra sendingar innan "Game of Thrones"-heimin kunnu koma.

Nú hevur HBO váttað ein pilot-part av einari nýggjari røð, ið skal ganga fyri seg fleiri túsund ár áðrenn upprunarøðin. Tað skrivar Berlingske og fleiri altjóða miðlar.

Nýggja røðin skal vera eitt slag av forsøgu til "Game of Thrones" og verður hon skrivað av George R. R. Martin í samstarv við Jane Goldman, ið m.a. hevur skrivað handritið til filmarnar "Kick-Ass" og "Kingsman: The Secret Service".

Sambært HBO fer nýggja røðin at lýsa forsøguna hjá Westeros-heimspartinum.

8. og seinasta sesongin av "Game of Thrones" verður at síggja í 2019, og fer bert at hava seks partar. Hendan sesongin er, mótsett hinum, ikki skrivað av George R. R. Martin.