Mynd: Sverri Egholm

Heðin M. Klein fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri Tað orðið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

20.10.2016 - 18:18

Mentan > Mentan > Útgávur

Heðin M. Klein fekk fyri løtu síðan handaða M.A. Jacobsens virðislønina 2016 fyri fagrar bókmentir á Reinsarínum í Havn.

Heðin M. Klein fekk hesa virðislønina fyri yrkingasavnið ”Tað orðið”, sum hann í sambandi við hátíðarhaldið í dag gav teim mongu áhoyrarunum, sum vóru komnir saman til høvið, ta stóru gleði at hoyra eitt lítið brot burturúr.

M.A. Jacobsens virðislønina 2016 fyri mentanaravrik fekk Eilif Samuelsen, hetta fyri serliga at hava týtt eina røð av klassikum bókmentum til føroyskt. Harundir hevur hann eitt nú týtt verk hjá Platon, Aristoteles, Aquinas og Machiavelli til føroyskt.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar Býráðs í ár fingu Joan Sørinardóttir og Beinta Johannesen, fyrrnevnda fyri ”Hvannpoppkorn” og ”Summardáafruktsalat”, síðstnevnda fyri hennara arbeiði við millum annað ”Míni Jólabók” og ”Strok”.

Tórshavnar Kamarkór og KATA sungu til høvið, tá ið hesar fýra heiðurslønirnar vórðu latnar í dag.

Øll fýra fingu sum heiðursgávu, ella vinning, ein kekk uppá 35.000 krónur.