Mynd: Norðlýsið

Heðin nærkast meti: Kann spæla dyst nr 400 í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

01.10.2014 - 16:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag verður fult umfar í EFFO-deildini í fótbólti.

Íalt verða spældir fimm dystir. Teir eru: HB-Víkingur, ÍF-B36, B68-AB, KÍ-Skála og EB/Streymur-NSÍ


Tað er kortini serliga ein einstakur leikari, ið sær fram til dystin í Klaksvík. Tað er Heðin á Lakjuni. 
Norðlýsið skrivar, at kemur Heðin á vøllin móti Skála í kvøld, so er tað hansara landskappingardystur nummar 400 í bestu deildini.

Heðin hevur umboðað KÍ, HB, B36 og NSÍ í bestu deildini. Seinastu tíðina hevur Heðin drigist við ein skaða, men sum skilst er møguleiki fyri, at hann spælir móti Skála.


- Hann hevur higartil skorað 97 mál, skrivar blaðið.


Heðin er millum leikararnar í føroysku kappingini, sum hava spælt flestar dystir.


Aðrir leikarar við nógvum dystum kunnu nevnast: Egil á Bø (404) og Fróði Benjaminsen (382).

Sostatt er 36 ára gamli Heðin í løtuni tann leikarin í Effodeildini við næstflestum dystum.

Spurningurin er so um – ella nær – hann kann taka metið frá Egili.