Mynd: Jens Kr. Vang

Heðin spyr Rigmor: - Hvørjar ætlanir eru at stuðla OyL 2023 í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

13.03.2017 - 13:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Føroyar gjørdu seg sum kunnugt klárar til at taka ímóti Oyggjaleikunum í 2019. Tíverri gjørdu ógreiðu signalini hjá landsmyndugleikunum arbeiðið hjá teimum, ið fyrireikaðu átakið, trupult, og endin varð, at Føroyar máttu taka umsókn sína um vertskap í 2019 aftur.

Hetta sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í kjalarvørrinum av, at stig nú eru tikin til at royna aftur at fáa leikirnar til Føroyar, hesaferð í 2023.

Í hesum sambandi hevur hann sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyrispurning, um hvørja hugsan hevur landsstýriskvinnan hevur um ætlanirnar hjá ÍSF at bjóða Føroyar fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2023, og hvørjar ætlanir eru at stuðla hesum – politiskt og fíggjarliga – og nær.

Heðin Mortensen sigur millum annað í viðmerkingum sínum til hendan fyrispurningin, at...

- Fyri Føroya land er hetta eitt átak, sum krevur nógv av nógvum fólkum, tí er sera umráðandi at vita, hvørt almennu myndugleikarnir stuðla hesum, og í so fall hvussu.

- Ferðaráð Føroya hevur støðugt seinastu árini mint okkum á, at marknaðarføra Føroyar og bjóða okkum fram sum vertir til altjóða tiltøk. Oyggjaleikir eru eitt stórt altjóða tiltak, og í ferðavinnuhøpi bæði viðkomandi, spennandi og virðismikið.

- Í ítróttarhøpi eru Oyggjaleikirnar eisini týðandi. Fokus verður sett á verandi og nýggjar ítróttargreinar, og fleiri verða eggjað at taka lut, fólkaheilsuni at frama og nýggjum ítróttartalentum til kveikingar.

- Vinningurin samfelagið fær av at hýsa Oyggjaleikunum er tí bæði beinleiðis við inntøkum og upplivingum frá teimum nógvu íðkandi og vitjandi, og óbeinleiðis við at seta samfelagsliga dagsskrá innan fleiri ítróttargreinar, og við tí marknaðarføra ítrótt og rørslu millum føroyingar.