Heðin Mortensen tá atkvøtt var í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin um fiskivinnuskipanina: - Byrjanin til nakað størri í Havn

Sverri Egholm

13.12.2017 - 17:48

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Havn fegnast um at nýggja fiskivinnuskipanin í gjár endaliga varð samtykt í løgtinginum.

Í allan gjár varð tosað nógv um menningarkvotur, og at nú vóru økir beinleiðis nevnd í uppskotinum.

- Í §60 í uppskotinum stendur, at menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum økjum í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið á hesum økjum er stórt, fáa menningarkvotur, skrivar Heðin Mortensen á Facebook.

- Beinleiðis økir eru nevnd í uppskotinum, og er Suðurstreym eitt av hesum økjum, sum skulu mennast og geva møguleikar fyri hesum fiskavirksemi. Persónliga vil eg hava virksemi á vestaru bryggju aftur beinanvegin, Bacalao, skrivar hann.

- Hetta letur seg gera nú, so ungfólk, aktørar og onnur bjóði tykkum fram og latið okkum sláa ring um Havnina og menna vestaru bryggju aftur til stórt virksemi.

- Hetta skal bert verða byrjanin til nakað størri her í Havn, skrivar Heðin Mortensen.

Sí eisini: Myndir: Smíl í løgtinginum í kvøld