Tórur Fløtt, Albert Dam og Sámal Debes (Mynd: Sunda.fo)

Heiðraðu skjúttunum

Sverri Egholm

02.07.2017 - 20:46

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Í dag varð skipað fyri móttøku í sambandið við, at skjúttarnir frá Sundalagnum komu heim frá Oyggjaleikum við sera góðum úrsliti.

Nógv fólk nýttu høvið at heilsa uppá teir tríggjar, Sámal Debes, Tórur Fløtt og Albert Dam. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, helt røðu og handaði teimum blómutyssi.

Marius F. Joensen, formaður í Sunda byrsufelag, helt eisini røðu og handaði byrsuskjúttunum gávu frá felagnum.

Sí alt um oyggjaleikirnar í Gotlandi her