Heiðrikkur støðgar á Norðurbryggjuni á veg til Russlands



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.10.2017 - 13:27

Mentan > Mentan > Konsertir

Listarmaðurin Heiðrikur á Heygum setir í heyst kós móti Ruslandi, og á ferð síni móti Moskva spælir hann konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Heiðrikur hevur nógvar streingir at spæla á sum listarmaður, og í sambandi við útgávuna av fløguni ”Funeral”, var hann av Faroese Music Award 2017 kosin som ársins sangari. Við ”Funeral”setir hann orð á sínar upplivingar frá LGBT-umhvørvinum í Føroyum, og tekur lurtaran við á eina ferð inn í eina jazz- og fólkatónleikaliga verð a la Berlin í 1930-40unum, ið – umframt at vera konfronterandi – eisini er bæði sorgblíð og skemtilig.

Við síðuna av konsertvirkseminum í summar, hevur tann virkni listarmaðurin eisini gjørt nýtt tilfar, sum verður framført á konsertini í Keypmannahavn, har fylgispælið verður við klaveri og gittara.

Konsertin á Norðurbryggjuni verður leygarkvøldið 14. oktober.