Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.06.2018 - 08:58

Mentan > List > Myndlist

Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018.

Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018.

Stigtakarar og samskiparar eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.

Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her.

Astrid arbeiðir við

Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
Vatnlitum/akryl
Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
Metal
Klip
Steinprent

Astrid er gift við Bjørka Geyti. Tey hava tvey børn og 5 ommu- og abbabørn.

Ein síða er upprættað á Facebook, í sambandi við framsýningina, har til ber at lesa meira um framsýningina, og síggja myndir og videoklip fram til sýningin letur upp.